Føroyar-Ísland: Seinnapartin í gjár varð ein søgulig avtala undirskrivað millum Føroyar og Ísland.
Her er talan um ein sera víttfevndan sáttmála, sum førir við sær at londini bæði gerast at kalla eitt búskaparøki við øllum teim fyrimunum, sum hetta hevur við sær.
- Hetta er ein sera sterk avtala. Ja, hon er í verleikanum tann mest víðkaða og breiða avtalan, sum vit nakrantíð hava gjørt, sigur Davíð Oddsson.
Hann er í løtuni á vitjan í Føroyum, og skuldi sum ein part av vitjanini eisini staðfesta hetta búskaparliga sambandið og samstarvið millum londini.
Henda avtalan hevur verið undir fyrireiking í eini trý ár, eftir at føroyskir myndugleikar av fyrstu tíð komu við hugsanum um hetta. Nú er avtalan so undirskrivað og klárt er at fara til verka.
- Henda avtalan skapar góðar rammur fyri samstarvi í framtíðini. Nú er so upp til vinnulívið og aðrar góðar kreftir at fylla tær út, sigur íslendski uttanríkisráðharrin.
Víðkað samstarv
Hetta er mest víðgongdi sáttmálin, sum Føroyar hava gjørt, og samstundis er hetta fyrstu ferð føroyingar gera ein sáttmála, har vørur, tænastur, kapitalur og persónar hava frítt at fara landanna millum.
Tað verður nú frítt fyri føroyskar fyritøkur at seta seg niður í Íslandi, eins og tað verður frítt fyri íslendskar fyritøkur at seta seg niður í Føroyum.
Við hesum sáttmála gerast Føroyar og Ísland sostatt eitt búskaparøki, tí flestu handilsligu forðingarnar fella burtur. Hetta er tó ikki galdandi fyri týdningarmikil øki innan fiskivinnuna, men partarnir hava avtalað at arbeiða fyri at fáa hesar forðingar av vegnum.
Jóannes Eidesgaard fegnast eisini um avtaluna, sum hann ætlar at løgtingið skal samtykkja seinni í heyst.