- Tað eru ikki bara tey smærru londini í einum samstarvi, sum hava ábyrgdina av, at heildarveiðan ikki gerst ov stór, sigur Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur, at Føroyar í útgangsstøðinum hava somu ynskir, sum vit høvdu undir samráðingunum um býtið av makrelinum í ár.
- Vit ynskja framhaldandi ein part av felagskvotuni, sum liggur um tey 15%, ið svarar til eini 85.000 tons. Hinvegin er tað soleiðis, at ert tú í samráðingum við aðrar partar um býtið, mást tú eisini vera til reiðar at fara í ein dialog við hinar partarnar um, hvussu røkkast kann á mál.
Jacob Vestergaard vísir á, at Føroyar eins og Ísland hava fullgóðan rætt til at veiða tey fiskasløg, sum eru í sjónum hjá hvørjum landi sær.
- Hetta er ein altjóða rættur. Tá talan er um uppisjóvarfisk, sum ferðast millum høv, eiga lond at miðja eftir at fáa í lag millumlandaavtalur, soleiðis at felagsstovnurin verður troyttur á burðardyggum grundarlagi. Men tað eru ikki bara tey smærru londini, sum hava ábygd av hesum, leggur hann dent á.
Jacob Vestergaard vísir á, at Noreg og ES kunnu ikki bara áseta sær sínar egnu kvotur og fara avstað við tí mesta, samstundis sum londini heita á eitt nú Føroyar og Ísland um ikki at fiska ov nógv.
- Tey stóru londini kunnu ikki tiltvinga sær tær stóru kvoturnar og siga, at tey fiska burðardygt, meðan tað eru hini londini, ið sita við tí minna partinum, sum ikki gera tað, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard.