Kaj Leo Johannesen, Løgtingslimur
Tað er av stórum týdningi at vit gera okkum greitt hvar vit ætla at verða um eitt nú 15 ár í mun til Evropa og harvið heimssamfelagið, har hugsið eg mest um tað stóru menning sum hendir í okkara Evropa t.v.s ES, tað vil um fá ár verða millum 25 og 30 lond við í ES felagsskapinum við teim fyrimunum sum hesi lond hava mett seg at fáa við limaskapi, her heima steðgar kjakið, so at siga beinaveg, tá talan er um fyrimunir og vansar við einum ES limaskapi.
Eg sum allir Føroyingar eru góð við tað Serføroyska, tá eg hugsið um tað serføroyska, so hugsið eg um tey bond og tær hendingar sum hava bundið Føroyingin saman í viðgongd og mótgongd í meira enn 1000 ár, nøkur serføroysk fyribrigdi eru tann Føroyski dansurin, tað er fiskiskapur, Grindadráp, Seyðahald, og fyri ikki at gloyma Fótbóltur í níggjari tíð.
Men tá Politikkarir byrjað at tosað um tað serføroyska, og at okkara lóggáva skal verða í størri mun lagað til okkara serføroysku viðurskifti, tá er undiritaði ikki sørt skeptiskur, hvat er tað sum ger at vit hava brúk fyri øðrum lógarverki og reglum enn tað sum eitt nú ES gevur sínum borgarum.
Vit eru noyddir til at taka spurningin um okkara støðu í Evropa til viðgerðar sum skjótast, okkara vinnulív kann ikki og hevur ikki ráð til í framtíðini fáa hálvar loysnir tá talan er um ES, vit sum borgarir hava eina ábyrgd yvirfyri okkara Evropa, kjakið eigur ikki at steðga við Danska kongaríkið ella ikki, eg vóni at vit koma at fáa eitt gott og gevandi kjak, um okkara støðu mótvegis, Føroyar hava ikki ráð onga støðu at hava til Evropa.
Lat okkum sum Føroyingar verða við í einum frælsum Evropa og ikki minst taka okkara ábyrgd í einum sameindum Evropa, hvar vit framhaldandi styrkja okkara egnu mentan, á sama máta sum ES londini gerða tað í dag.