Føroyar og mannarættindini

Brot á mannarættindini er ein álvarsamur spurningur, og Amnesty International er farið til løgmann at sóknast eftir, um CIA hevur flutt fangar í føroyskum loftrúmi.

Hergeir Nielsen

Víst verður á, at føroyska deildin hjá Amnesty International fyri hálvum øðrum mánað síðani bað landsstýrið virka fyri at steðga fangaflutninginum, tí hann stríðir ímóti altjóða reglunum um mannarættindi.
Felagsskapurin vísti í hesum sambandi á eina frágreiðing, sum gav ábendingar um, at eitt loyniligt flogfar hjá CIA hevði verið í føroyskum loftrúmi í oktober í fjør.
Føroyar eru sostatt í altjóða kikaranum, og verða møguliga ákærdar fyri brot á mannarættindini.
Hóast vit einki málsræði hava á økinum, fingu vit høvið til at spæla fólk í húsi, tá vit viðgjørdu spurningin um flúgving í føroyskum loftrúmi.
Málið varð viðgjørt í uttanlandsnevndini 15. februar, og frásæð undiritaða tók ein samd nevnd undir við at geva hetta loyvið.
Síðani vit fingu Fámjinsskjalið er ferðin á føroyskum verju- og trygdarpolitikki væl minni, og sást hetta týðiliga, tá Embassy of the United States of America, tann 21. nov. 2005 sendi umsókn til danska uttanríkismálaráðið um loyvi til flúgving í føroyskum loftrúmi við flogførum við vandamiklum góðsi.
Meira enn tveir heilar mánaðir aftan á at umsóknin varð send, tók løgmaður seg saman til at ráðføra seg við uttanlandsnevndina, sbr. stýrisskipanarlógini § 54, um at loyva amerikanskum flogførum at flúgva ígjøgnum føroyska loftrúmið og at lenda við skaðiligum farmi fyri árið 2006.
Sjálvandi varð tað átalað, at málið ikki kom í Uttanlandsnevndini fyrr enn meira enn tveir mánaðir aftaná, at umsóknin var send okkum.
Um nøkur flúgving longu var farin fram hetta tíðarbil, vistu hvørki vit ella løgmaður nakað um.

Málið var illa lýst, og fyrst og fremst vistu vit ikki, um henda flúgving var í samsvari við føroysk áhugamál ella ikki. Mælt var tí frá at geva hetta loyvið.

Í minnilutatilráðingini varð eisini víst á, at flúgving í føroyskum loftrúmi við vandamiklum góðsi, sum ma. skuldi brúkast í krígnum í Irak, og loftvegis flutningur og píning av fangum og mannarættindi teirra, eru ógvuliga viðkvom og nógv umrødd mál aðrastaðni í heiminum, har altjóðagerðin hevur flutt okkum munandi nærri hvørjum øðrum.

Víst varð so sjálvandi eisini á, at nógva stásið, ið gjørt varð burtur úr Fámjinsskjalinum um innlit og ávirkan á uttanríkis- og trygdarpolitisk viðurskifti, ikki vísti seg vert tað pappír, tað varð skrivað á.

Í hesum skjali varð kólað óført uppiyvir føroyskum rættindum úteftir, so sum:

at Færøerne medinddrages og har medindflydelse,
...ægte medinddragelse og medindflydelse.

Greitt er, at als eingi frambrot hava verið í føroyskum uttanríkis- og trygdarpolitiskum áhugamálum, heldur hinvegin.Veruleikin er, at alt var ein sjónleikur, tá til stykkis kom.

Danir røkja framvegis síni áhugamál á hesum øki, eins og teir altíð hava gjørt tað.

Skæg for sig, og snot for sig, sum Hørup vildi sagt tað.

Tað sindrið vit einvegis frætta, verður framvegis faksað løgmanni umvegis ríkisumboðsmannin, og sett á dagsskrá, tá tað er íligið ein mánaða
ella meir.

Á fundinum varð so eisini sóknast eftir, hvørja last hesi flogfør høvdu, men svar fekst einki.

Próvfast er, at løgmaður hvørki hevur ella fær nakað, sum kemur nær námindi nøkrum, sum kann kallast -ægte medinddragelse og medindflydelse.

Heimastýrið hevur sligið seg til tols við, at ein fundur í ein tíma í einum ári við einum donskum ráðharran, er nóg mikið til at tryggja føroyingum innlit í føroysk áhugamál á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum.

Amnesty International fær tí neyvan nakað stórvegis at vita frá løgmanni.

Kemur felagsskapurin síðani til ta niðustøðu, at Føroyar hava virkað fyri brotum á mannarættindini, hava vit eina álvarsama søk fyri framman.