Seinast dysturin í Mini-kappingini í Luksemburg verður í dag millum Føroyar og Luksemburg.
Luksemburg og Belgia spældu javnt í gjár, meðan Føroyar taptu greitt móti Belgia. Hetta er 11. ferð at Føroyar og Luksemburg møtast. Føroyar vunnu fýra teir fyrstu dystirnar, meðan Luksemborg hevur verið omaná í teimum seinastu seks, skrivar heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum.
Landsdysturin byrjar klokkan 15.00 og kann síggjast beinleiðis HER