Føroyar og føroyingar góða umtalu

Í seinastuni hava Føroyar og føroyingar fingið góða umtalu uttanlands. Til dømis hevur blaðið “CAMPING–FRITID” eina sera positiva ferðafrásøgn úr Føroyum, og føroyskt øl er í fremstu røð hjá ”Selskab for Vestjysk Ølkultur”

Umtala

Ein av trúgvu lesarum okkara hevur latið okkum áhugavert tilfar og gjørt vart við, at Føroyar og føroyingar ofta fáa góða umtalu í ymiskum samanhangum, uttan at tað verður tikið upp í føroysku fjølmiðlunum.

Í januar 2007 útgávuni blaðnum “CAMPING – FRITID”, sum Dansk Camping Union gevur út, er ein stór ferðafrásøgn frá einum túri við 54 kampingvognum í Føroyum fyrst í september í fjør. Yvir hundrað fólk vóru við í ferðalagnum.

Kunningarstovan fær rós fyri, at túrurin var væl fyriskipaður, og um Smyril Line verður m.a. sagt “Rederiet Smyril-Line har bestemt gjort deres til at har været en god oplevelse at sejle med dem. At skibet med de 8 etager og med plads til ca 1.500 passagerer kan sejle så godt, gør det hele til en god oplevelse”.

Afturat hesum nevnir lesarin, at ølið hjá Føroya Bjór í fleir ár á rað hevur ligið
í fremstu røð í ølsmakking uttanlands, sum t.d. hjá ”Selskab for Vestjysk Ølkultur”. Hann heldur, at um Føroya Bjór kundi bryggja øl, eins og hini bryggjaríini teir kappast við, kundi tað verið ein stór útflutningsvinna við nógvum arbeiðsplássum.

Fólk, sum koma fram á tilfar um Føroyar í útlendskum bløðum og tíðarritum, eru vælkomin at siga okkum frá, so vit kunnu nevna tað í blaðnum.

mg.