Føroyar og Danmark tveir landsdystir um vikuskiftið

Ongantíð fyrr hava føroysku flogbóltskvinnurnar spælt landsdyst ímóti Danmark á heimavølli, so hesir báðir dystirnir eru sjálvandi ein stór avbjóðing fyri føroysku kvinnurnar.

 

Eftir at hava vunnið gull fýra oyggjaleikir á rað, vunnu kvinnurnar »bara« silvur á Rhodos fyri tveimum árum síðani, og tí verður øll orka løgd í fyrireikingarnar hesa ferð, so gullið kann vinnast aftur.

 

Danska kvinnulandsliðið er minst líka sterkt sum tað sterkasta, Føroyar kunnu møta í Álandi, so talan er um góða mótstøðu, ið gevur okkara kvinnum eina góða mynd av, hvat skal til fyri at røkka heilt upp á tindin.

 

Danmark hevur fyrst í hesum mánaðinum spælt tríggjar landsdystir ímóti Svøríki, og har vunnu donsku kvinnurnar tann fyrsta dystin 3-1, men taptu teir báðar seinnu ávikavist 3-0 og 3-1.

 

Fyrri dysturin ímóti Danmark verður spældur í Trongisvági leygardagin klokkan 15, og tann seinni á Giljanesi sunnudagin klokkan 14.15.

 

Rás 2 fer at siga beinleiðis frá seinna dystinum, og frásøgnin av Giljanesi byrjar sunnudagin klokkan 14.