Føroyar nummar 127

Seinastu ellivu mánaðirnar eru Føroyar skramblaðar 14 pláss niður eftir FIFA-styrkislistanum

Fótbóltur

Á altjóða styrkislistanum hjá FIFA, eru Føroyar á seinastu útgávuni heilt aftur á 127. plássinum, og tað er langt síðani, at vit hava verið stødd somikið niðarliga.
Síðani seinasta ársskiftið eru Føroyar dotnar 14 pláss niður eftir listanum, og skal metast eftir lopunum, sum aðrar fótbóltstjóðir hava hug at gera í løtuni, so eru stór sannlíkindini fyri, at Føroyar fara enn longur niður á listanum.
Ein slíkur listi vil tó altíð vera upplagt kjakevni, tí hóast FIFA nýtir støddfrøðiligar snildir av ymsum slag, til tess at geva ymsu fótboltstjóðunum rating-stig, so man tað bert vera í dystum landanna millum, at ein ítøklig meting av styrkini kann gerast.
Til stuttleikar kann nevnast, at síðani januar mánað hava eitt nú Panama, Benin, Mauritius, Turkmenistan, Lesotho, Sswaziland, Botswana og Libanon yvirhálað Føroyar á listanum. Hinvegin halda vit okkum framvegis frammanfyri lond sum Indiu, Mozambique, Tahiti, Yemen, Etiopia, Palestina og Sierra Leona, so kanska kundi tað verið eitt hugskot at leikt venjingardyst móti onkrari av hesum tjóðum.

Fremstu londini á listanum og støðan hjá norðanlondum framgongur av listanum niðanfyri. Tølini í klombrum eru styrkismetanin hjá liðnum við ársbyrjan.

1Brasil (1)
2Frakland (2)
3Spania (3)
4Argentina (5)
5Mexico (8)
6Holland (6)
7Turkaland (9)
8Ongland (7)
9Týskland (4)
10Kekkia (15)
13Danmark (12)
17Svøríki (24)
39Noreg (26)
42Finnland (43)
60Ísland (58)
127Føroyar (113)