Føroyar nærkast einum valdømi

Løgtingið samtykti í morgun uppskotið um at gera Føroyar til eitt valdømi. Allar royndir at fáa viðgerðina útsetta ella samtyktina at galda eftir næsta løgtingsval miseydnaðust Løgtingið atkvøddi um uppskotið hjá løgtingsformanninum í døgurðatímanum, og uppskotið við broytingum frá meiriluta í Rættarnevndini varð samtykt við 19 atkvøðum fyri og 13 ímóti. Ein av broytingunum er, at tingmannatalið skal hækka upp í 33 løgtingslimir.

Undan viðgerðini í løgtinginum í morgun var enn ein roynd gjørd at útseta viðgerðina av málinum, men tað eydnaðist ikki, og eitt uppskot um at koyra málið aftur í nevnd varð eisini felt.

Verður uppskotið hjá løgtingsformanninum eisini samtykt við triðju viðgerð, verða Føroyar eitt valdømi longu á komandi løgtingsvali