Orsøkirnar kunnu vera so mangar til at ein ynskir broytingar í førdum politikki. Eftir míni metan er ein av teimum týdningarmiklu orsøkunum júst nú, hendan, at við verða at læra okkum at virða eina framkomna fólkaræðiliga rættarskipan, so sum vit kenna tað í londunum við ynskja at samanberast við.
Núverandi "Hill Billy" system, har "hetjubrøgd og avriksverk" kunnu nýtast sum umbering fyri brot av øllum handa slagi, og sum annars mest er kent frá fjarskotnum fjallasamfeløgum í USA, kann á ongan hátt góðtakast sum galdandi háttalag.
Í einogtjúgundu øld ábyrgdast hvør einstakur sínum gerðum, uttan mun til hvar í hierakinum ein flýtur ella hvussu kreativar frágreiðingarnar eru. Áður enn hendan broytingin verður framd, eru vit ikki før fyri at skipa eitt samfelag, har hvør einasti borgari kann líta á, at øll eru líka fyri lógini.
Kennir tú ótrygd ella ónøgd við verandi umstøður, er einasta loysn at seta ein sterkan sambandsflokk á ting, tí hann vil stríðast fyri at gera Føroya til eitt framkomið land at liva í.