Føroyar nú góðkent í Apple

Loksins er +298 góðkent hjá Apple, men tað hevur verið eitt stríð

Føroya Tele boðar í dag frá, at +298 er góðkent hjá Apple. Arbeitt hevur leingi verið við at fáa Apple góðkenning til at nýta føroysku landakotuna (+298) í Apple skipanum, soleiðis at føroyingar í Føroyum betri kunnu virkna og gagnnýta ymiskar Apple tænastur og produktir, skrivar Føroya Tele í tíðindaskrivi.

 

– Góðkenningin av føroysku landakotuni er úrslitið av einum miðvísum og áhaldandi arbeiði, ið hevur kravt drúgt samskifti við fleiri ymiskar deildir hjá Apple. Sum lítil tjóð er tað ofta torført at verða raðfest av altjóða fyritøkum, ið virka á marknaðum við fleiri milliónum brúkarum. Eg eri sera errin av, at vit á Føroya Tele hava fingið hetta í lag, sigur Jan Ziskasen, samtaksstjóri á Føroya Tele.

 

Ítøkuliga kann nevnast Two-Factor Authentication, sum gevur eyka trygd á tínum Apple tólum, við at knýta títt føroyska telefonnummar at tínum Apple-id. Two-Factor Authentication er fortreytin fyri, at kundar kunnu gagnnýta fleiri av nýggju produktunum og tænastunum, ið tøknirisin Apple bjóðar kundum sínum kring heimin.