Føroyar ? Myndabók

Nýggj myndabók við myndum hjá Absalon Hansen er komin í bókabúðirnar. Jens Pauli Heinesen hevur skrivað ein innleiðandi tekst, sum er týddur til danskt og enskt.

Inni í bókini eru stuttir tekstir, og staðarnøvn eru sett á flest allar myndir.

Bókin verður fyrst av øllum borin fram av myndunum. Myndirnar eru tiknar víða um í Føroyum og vísa Føroyar frá mongum síðum: Summar og vetur, vár og heyst, bygdalív og býarlív, bjørgini og strondin.

Tekstirnir, sum eru á føroyskum, donskum og enskum, stiðja undir myndirnar. Og staðarnøvnini hjálpa lesaranum at finna, hvar í landinum, myndirnar eru tiknar.

Forlagið AZ gevur bókina út. Bókin er 140 blaðsíður.

Myndirnar hevur Absalon Hansen tikið. Jens Pauli Heinesen hevur skrivað tekstin. Jens Pauli Heinesen hevur eisini gjørt donsku týðingina. Claire F. Thomsen hevur týtt til enskt.

Repro-Z hevur gjørt layout, repro og umbróting. Bókin er prentað hjá Nørhaven.

Bókin kostar kr. 315,00 í bókabúðunum.