Løgmaður hevur í dag tikið lut á á summarfundinum hjá norðurlendsku forsætisráðharrunum í Ornskoldsvik í Svøríki.
– Eg nýtti enn einaferð høvi at gera vart við, at Føroyar vilja gerast sjálvstøðugur limur í Norðurlandaráðnum. Mín greiða fatan eftir fundin er, at finna Føroyar og Danmark eina skilagóða loysn, so vil Norðurlendska Ráðharraráðið ikki seta seg ímóti tí, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Les eisini: Løgmaður slapp ikki at skriva undir felags fráboðan
Á fundinum fyrrapartin umrøddu stjórnarleiðararnir millum annað talgilding, grøna orku og verðurlagsøkið. Eisini markaforðingar millum norðanlond vóru á skránni.
– Vit hava leingi havt avbjóðingar við at brúka føroysk koyrikort í Svøríki og Finnlandi. Hesa markaforðing vilja vit beina av vegnum. Afturmeldingarnar frá bæði svenska og finska forsætisráðharrunum vóru so mikið góðar, at eg vænti, at vit fáa hetta málið loyst, sigur løgmaður.