Føroyar eiga alt fyri eitt alment og altjóða at fordøma drápið á pakistanska?andstøðuleiðaran og eggja Pakistan og valdsharranum Pervez Musharraf at?halda áfram við demokratisku tilgongdini. Vit mugu ikki sita passiv, men?vísa, at eisini Føroyar vil gera sítt til at verja fólkaræðið móti myrkum?afturhaldskreftum og fanatismu. ??Hetta er ikki bert ein stór sorg fyri Pakistan og eitt ómetaliga álvarsamt?álop á demokratisku tilgongdina í landinum, har val eftir ætlan skal vera?8. januar. Drápið rakar allan heimin og ber enn eitt boð um tær sterku?óhugnaligu kreftir, aloftast ílatnar átrúnaðarliga fanatismu, sum stríðast?eirindaleyst fyri at máa støðið undan og forða fyri fólkaræði. ? ?Øll, ið hava møguleikan - eisini Føroyar - eiga at stuðla demokratisku?rørslunum í Pakistan, soleiðis at afturhaldskreftirnar einki vinna við?slíkum óhugnaligum yvirgangsálopum.