Føroyar missa í samráðingum

Føroyska toskakvotan í russiskum sjógvi verður eftir nýggja sáttmálanum millum londini eini 2.000 tons minni enn í 2004, og hýsukvotan minkar 380 tons

Fiskiveiðisamráðingar

Fiskiveiðisamráðingar millum Føroyar og Rusland vóru í Kaliningrad, 9. og 10. desember.
Fiskimálaráðið sigur, at samráðingarnar hesaferð vóru merktar av, at føroyska makrelkvotan fyri 2005 verður 23% minni enn í 2004, samstundis sum russisk skip ikki hava fiskað alla sína svartkjaftakvotu upp á 200.000 tons í ár. Tí høvdu russar heldur ikki so stóran áhuga fyri eins stórari kvotu fyri komandi ár.
- Henda støða førdi til, at ikki var møguligt at varðveita sama støði í nýggju avtaluni sum í avtaluni fyri 2004.
Úrslitið av samráðingunum gjørdist tí, at partarnir samdust um at gera eina avtalu fyri 2005, sum er á einum lægri støði enn avtalan fyri 2004.
- Fiskiveiðimøguleikarnir hjá flakatrolarunum í russiskum sjógvi í 2005 verða tó væl betri enn árini undan 2004, sigur Fiskimálaráðið.
Føroyska toskakvotan í russiskum sjógvi verður eftir nýggja sáttmálanum eini 2.000 tons minni enn í 2004, og hýsukvotan minkar 380 tons.
- Hinvegin fáa vit 1.000 tons av flatfiski, so samlaða botnfiskakvotan verður eini 1.400 tons minni í 2005 enn í 2004.
Fiskimálaráðið sigur, at russiska svartkjaftakvotan minkar úr 203.300 tonsum niður í 160.000 tons, og makrelkvotan minkar úr 8.600 tonsum niður í 7.000 tons
- Bæði Russland og Føroyar hava sum heild gagnnýtt sínar fiskiveiðimøguleikar í fiskiveiðiavtalunum seinastu árini.

Vinnuligt samstarv

Á fundinum í Kaliningrad umrøddu Føroyar og Russland eisini møguleikarnar fyri vinnuligum samstarvi millum londini bæði.
- Vit tosaðu um møguleikarnar hjá føroyskum skipum at útvega sær fiskiveiðimøguleikar á annan hátt enn gjøgnum fiskiveiðiavtaluna. Vit skutu upp, at karmarnir rundan um tílíkt samstarv verða lagdir í eina fastari legu, og í hesum sambandi varð fundur avtalaður at verða í mars 2005, sigur Fiskimálaráðið.
Í føroysku samráðingarnevndini vóru Andras Kristiansen, deildarstjóri sum samráðingarleiðari, Ulla S. Wang, fulltrúi, Jóhan Simonsen, fulltrúi, Kaj P. Mortensen, ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur, Ólavur Petersen, Hanus Hansen og Mortan Johannesen, umboðandi Føroya Reiðarafelag, Árni Olafsson, ráðgevi í føroyskum viðurskiftum í danska uttanríkisráðnum og Bo Aaborn frá Færøernes Kommando.