Føroyar millum øll tey stóru

U-17 landsliðið hjá Føroyum er í forkunnugum selskapi til EM-endaspælið í Kroatia

Fyri einari viku síðani skrivaði U-17 landsliðið í fótbólti føroyska fótbóltssøgu, tá teir sum tað fyrsta føroyska fótbóltslandsliðið nakrantíð megnaðu at spæla seg til eitt EM-endaspæl.

 

EM-endaspælið verður spælt í mai mánað í Zagreb í Kroatia. Og nú er greitt hvørji onnur lið fara at vera í pottinum, tá lutakastið til EM-endaspælið fer at vera tann 3. apríl. Merkisvert er, at Føroyar saman við Noregi eru einastu norðanlondini, ið hava megna at spælt seg til endaspælið. 

 

Sum heild er talan um ógvuliga sterk lond. Lutakastið verður seedað, og greitt er, at Føroyar sum ein av bestu tvey'arunum koma at fáa tvey lond, sum eru endaði nummar eitt í sín bólk, umframt ein annan tvey'ara. 

 

Tey 16 londini sum hava spælt seg til U-17 EM-endaspælið eru hesi:

Bestu eittarar: Týskland, Ungarn, Spania, Skotland, Holland, Frakland, Ongland, Írland

Bestu tveyarar: Kroatia (vertir), Føroyar, Bosnia & Herzegovina, Italia, Noreg, Serbia, Turkaland og Ukreina.