Um fimm ár skulu Føroyar verða millum fremstu lond í heiminum, tá ið talan er um virðisøking av matvørum úr sjónum. Tað er málið, sum Sambandsflokkurin hevur sett sær.
Í eini yvirlýsing, sum varð samtykt á landsfundin floksins í Skopun í Dag, sigur Sambandsflokkurin, at við at fáa burðardygd í fiskivinnuna skulu vit tryggja, at maturin úr sjónum kann marknaðarførast við altjóða góðkenning, so besti prísur fæst fyri útflutningin.
Annars ásannar flokkurin, tað sum er hent viðvíkjandi bankunum hesi seinastu árini, hevur enn einaferð prógvað, at ríkisfelagsskapurin er eitt trygt akker, tá ið brotasjógvarnir skola inn yvir í einum búskaparligum ódnarveðri.
- Høvdu vit ikki verið partur av donsku bankapakkunum hesi árini, so hevði vanliga fólkið í Føroyum merkt kreppuna munandi harðari.
Flokkurin tekur eisini undir við, at Føroyar verða lagdar saman í níggju sterkar kommunur frá 1. januar í 2013
- Um neyðugt skal samanleggingin fremjast við lóg.
Samstundis skulu Føroyar, saman við dønum, taka samráðingar upp við ES um at ríva garðin niður,ið skilur Føroyar frá ES. Málið skal vera, at Føroyar verða fevndar av teimum fýra frælsunum, sum fyri okkum er limaskapur við undantøkum, soleiðis at vit koma nærri restini av Evropa.
Á sosiala økinum heldur flokkurin, at tann sum býr á ellis- og røktarheimi ella sambýli skal hava størri avgerðarrætt og ávirkan á egið lív. Støði skal takast í tí einstaka við stuðli og umsorgan frá starvsfólkunum, soleiðis at tann einstaki varðveitir eitt virkið og innihaldsríkt lív.