Føroyar marknaður fyri stolnum bilum

Fleiri bilar, ið eru stolnir í Danmark, eru seinastu tíðina seldir í Føroyum við følskum stellnummari

John Johannessen


Brúktir jeppar av slagnum Nissan Patrol og Toyota Land Cruiser við einum virði á umleið 100.000 krónur eru seinastu tíðina seldir í Føroyum fyri helmingin av virðinum.

Orsøkin til lágu prísirnar hevur verið, at talan er um stolnar bilar úr Danmark, sum eru fluttir til Føroya undir følskum stellmerki.

Kriminalløgreglan í Føroyum sigur seg vita um fýra stolnar bilar, ið seinastu tíðina eru seldir í Føroyum. Men hon útihýsir kortini ikki, at talan er um fleiri bilar.


Skifta typuplátur

Bergleif Brimvík, kriminalløgregluovasti, sigur, at talan er um ein føroying í Hirtshals, ið hevur stolið bilarnar í Danmak og selt teir til Føroya.

Maðurin hevur samstarvað við ein føroying her heima, sum hevur tikið typuplátur av burturbeindum bilum í Føroyum og sent føroyinginum í Hirtshals tær. Hesin hevur so sett typupláturnar á bilarnar, hann hevur stolið, samstundis sum hann eisini hevur høgt nýtt stellnummar í stolnu bilarnar.

Grovasta dømið um slíkan bilstuldur fekk føroyska kriminalløgreglan fyri knøppum ári síðani, tá sami maður royndi at selja ein lastbil við einum virði á umleið eina millión fyri 500.000 krónur. Tá varð farið fram á sama hátt, men eisini tá fekk løgreglan illgruna orsakað av lága søluprísinum.


Skerpt eftirlitið

Løgreglan, Bileftirlitið og tollvaldið hava nú skerpt eftirlitið soleiðis, at tað ikki longur skal bera eins væl til at flyta inn bilar við følskum stellnummari og følskum typuplátum.

Kriminal løgregluovastin, Bergleif Brimvík, sigur, at tollvaldið og Bileftirlitið nú hyggja serstakliga væl at stell- og motornumrum, tá bilar verða innfluttir, og tá bilar eru til sýn. Hetta, heldur hann, fer at avdúka, um tað eru fleiri, ið stjala bilar uttanlands og selja teir í Føroyum.

Maðurin, ið hevur stolið bilarnar og selt teir higar, er tikin og skuldsettur fyri stuldur. Málið kemur fyri í rættinum í Esbjerg í næstum.