Føroyar mangla útgerð at basa oljudálking

Føroyska samfelagið manglar útgerð at basa oljudálking. Tað staðfestir frágreiðingin ”Føroyar - eitt land í Arktis”, sum varð handað løgmanni í gjár.

Frágreiðingin vísir til uppskot til tilbúgvingarætlan fyri oljubasing á sjónum, sum Landsverk og Umhvørvisstovan gjørdu fyri nøkrum árum síðani. Talan er um eina ætlan, sum fevnir um ábyrgdarøkið hjá landinum, sum er sjóøkið innanfyri 200 fjórðingar og heilt inn til havnaløgini í kommununum. Tilbúgvingarætlanin vísir á, at føroyska samfelagið manglar útgerð fyri 14 milliónir krónur.

Í nýggju frágreiðingini til løgmann verður staðfest at:

”Tilbúgvingarætlanin krevur eitt útgerðarstig, sum ikki er tøkt í landinum í dag, tí lætta útgerðin hjá kommununum hóskar seg bara til oljudálkingar inni í havnum o .t . ”

Í einum av niðurstøðunum í frágreiðingini ”Føroyar – eitt land í Arktis” verður tí staðfest:

”Greitt er, at støðan í dag ikki er nøktandi, tá ið tað snýr seg um oljubasing á sjónum . Og við vaksandi skipaferðsluni gerst tørvurin á einari vælvirkandi landstilbúgving uppaftur meira átrokandi. Sjóumhvørvismál vórðu yvirtikin í 2003 sum føroyskt málsøki . Síðan tá hevur peningur bert verður settur av einaferð

á fíggjarlógini til at skipa eina landstilbúgving . Økið hevur sostatt ikki verið raðfest fíggjarliga.”