Føroyar mala í ring

- Vit hava eina samgongu, sum mest av øllum er bókhaldari og roynir at hóra undan hallinum sum frægast, segði Jóhan Páll Joensen, tá hann beyð vælkomin á Vinnudegnum. Tað var formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Jóhan Páll Joensen, sum beyð vælkomin á Vinnudegnum 2010, sum varð settur í Norðurlandahúsinum nú tíðliga seinnapartin í dag.

- Myrk skýggj hava hingið yvir okkum teir seinastu dagarnar. Hesi eru ein sera stór avbjóðing, ið vit ikki misunna teimum, sum sita við teimum.

Jóhan Páll setti spurningin, hvat vit kunnu gera fyri at rætta teimum, sum sita við hesum trupulleikum, eina hond.

- Vit, sum sita her, kunnu ikki gera nógv annað enn við nærlagni og vilja at arbeiða fyri at fáa eitt sterkt vinnulív, og soleiðis eisini ein sterkari føroyskan búskap.

Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag segði, at tað er eitt stórt tak at skipa fyri Vinnudegnum.

- Tiltakið skal vera gevandi og áhugavert, og tað er ein avbjóðing ikki at mala í ring.

Hann segði, at á Vinnudegnum í dag verður hesin spurningur settur.

- Spyrt tú í Vinnuhúsinum, er svarið ja. Eingin ivi er um, at vit í Føroyum mala í ring.

Jóhan Páll Joensen helt, at viljin til at taka neyðug tøk fyri at skipa samfelagið, soleiðis at mest fæst burturúr, er ikki til steðar.

- Vit hava eina samgongu, sum mest av øllum er bókhaldari og roynir at hóra undan hallinum sum frægast. Uppskot av handa hógv stinga seg upp og verða sett í verk uttan veruliga at vita, hvørjar avleiðingarnar av hesum eru.

Hann segði, at saklig og faklig sjónarmið verða niðurgjørd og ikki tikin við í avgerðirnar.

- Vit hugsa stutt og trívast betri við øll at sita á somu køku, sum gerst minni og minni.