Føroyar mítt land

Brá úr Føroya søgu frá 9. øld og til okkara dagar kundi felagsheitið verið fyri tær fimm sendingarnar í røðini “Føroyar mítt land” í vikuni, ið fór, har vit fyrst hoyrdu um fróðarmannin Andrias Weihe, um Portugalstrolararnar, sum komu til Føroya í 1959, um Skúvoyarsteinarnar, sum kanska eru eini 1200 ára gamlir, um ta søguligu altartalvuna í Oyndafjarðar kirkju og um tann illa gitna Stóradóm, sum kom í gildi í Føroyum miðskeiðis í 16. øld. Janus Mohr, Olaf Olsen, Símun W. Arge, Freydis Poulsen og Arne Thorsteinsson løgdu sendingarnar til rættis hesa vikuna, og høvi verður sum vanligt at endurhoyra tær sunnudagin.


Rás2, sunnudagin 13. juli kl. 13.00


****



Føroyar mítt land í næstu viku:

Mánadagin 14. juli: Turið Sigurðardóttir

Týsdagin 15. juli: Janus Mohr

Mikudagin 16. juli: Anja Andreasen

Hósdagin 17. juli: Maria Jacobsen

Fríggjadagin 18. juli: Eirikur Lindenskov