Føroyska U-19 landsliðið hjá kvinnum skal aftur komandi ár royna seg í altjóða eldinum. Eftir frálíku úrslitini, sum kvinnurnar fingu fyrr í ár, er einki at siga til, at spenningurin til komandi kappingina er stórur, og tó at hetta ikki verður fyrr enn í september koamndi ár, so er lutakastið til hesa nú longu greitt.
Føroyar skulu hesa ferð royna seg í kapping við Spania, Belgia og Bosnia-Herzeovina. Enn er ikki greitt, hvar dystirnir skulu leikast, men er hetta nakað, sum luttakandi londini fara at avgreiða sínamillum.