Bill Justinussen
løgtingsmaður
Tá føroyingar á fyrsta sinni stigu inn í altjóða fótbóltsheimin, vóru tað mong, sum settu seg hart ímóti hesum, tí vit ikki høvdu ein livandi møguleika at gera okkum galdandi. Tey flestu spáddu føroyingum stórtap, tí siðvandu fótbóltstjóðirnar vóru jú mannaðar við heimsstjørnum. Tó hoyrdi eg ongantíð um nakran føroying, sum fór at halda við mótstøðuliðunum, tí føroyingar ongan møguleika høvdu allíkavæl. Øll, sum eg veit um, hildu við føroyingum og gera tað framvegis, hóast tapini mangan hava verið í størra lagi. Ongan kenni eg, sum helt við øðrum landsliði, "tí vit føroyingar tapa allíkavæl".
Í politikki er øðrvísi
Í politikki er hugburðurin øðrvísi og sera løgin. Her royna størru flokkarnir, sum fyri Miðflokkin kunnu metast javnt við mótstøðulið, at greiða veljarunum frá, at Miðflokkurin ongan møguleika hevur at fáa fólkatingsumboðan, og tí kunnu Miðflokkaveljarar tað sama halda við mótstøðuliðinum. Eg fari at heita á allar Miðflokkaveljarar um ikki at lata seg tøla av hesi tokutalu, tí fyri ein, sum heldur við Miðflokkinum, kann tað gera tað sama, hvør av hinum flokkunum fær fólkatingsumboð. Teir koma so ikki at umboða Miðfloksins politikk, tað hava vit prógv fyri.
Sambandið og Tjóðveldið tagdu
Tá ein danskur kvinnufelagsskapur seinasta heyst bjóðaði sær at savna pening inn at hjálpa føroyskum kvinnum at fíggja fosturtøku í Danmark móti føroyskari lóggávu, heitti Miðflokkurin alment á Lisbeth og Høgna um at taka málið upp á Fólkatingi. Tað gjørdu tey ikki, og tí havi eg ikki álit á, at aðrir flokkar megna at umboða sjónarmið okkara. Øll tit, sum so dyggiliga gjørdu Miðflokkin til sigursharra á løgtingsvalinum fyri einum ári síðani: Haldið við Miðflokkinum enn einaferð, tað gevur okkum styrki og staðfestir okkara støðu í føroyskum politikki. Lat hini um teirra viðurskifti, latið okkum standa saman!










