Hóast FSF einki hevur almannakunngjørt á heimasíðu sínari, so sær út til, at Føroyska A-landsliðið skal spæla ein venjingardyst móti Gibraltar tann 11. mars í ár.
Fótbóltssambandið hjá Gibraltar skrivar:
- Gibraltar skal spæla venjingardyst móti Føroyum. Dysturin verður spældur fríggjakvøldið 11. mars og byrjar klokkan 19. Føroyar hava verið limir í FIFA síðani 1988 og eru sterkasta mótstøðan sum Gibraltar hevur møtt.
Gibraltar eru hvørki ikki limir í FIFA ella UEFA, men hava síðani 1997 kempa fyri at sleppa upp í part. Í 2000 sá út til, at Gibraltar hevði vunnið stríðið, men spaniólar settu tvøran fótin fyri. Stríðið helt fram til 2007, tá tað endaliga var staðfest, at Gibraltar ikki verður limur í FIFA ella UEFA - á hesum sinni í hvørtfall.
Heimasíðan skrivar víðari:
- Atgongumerki til dystin kunnu keypast í Petit Café, Victoria Stadium Sports Bar og hjá fótbóltssambandinum mánadagar og fríggjadagar millum klokkan 18 og 19. Atgongumerkini kosta á leið 90 krónur. Børn undir 15 og pensionistar sleppa ókeypis.
So um onkur er nærhendis Gibraltar, so er at skunda sær at keypa atgongumerki, nú sterkasta mótstøðan nakrantíð kemur á vitjan í Gibraltar!