Føroyar møguliga við í Grand Prix

Sjónvarp Føroya ætlar sær at kanna, um føroyingar kunnu sleppa at luttaka í Eurovision tónleikakappingini

 

Stendur tað til leiðaran á mentanardeildini hjá Sjónvarpi Føroya, skal kannast til fulnar, um føroyingar hava nakran møguleika at luttaka í altjóða Melodi Grand Prix.

? Vit ætla at kanna, hvørjar treytirnar eru fyri at kunna luttaka í Melodi Grand Prix. Um vit kunnu lúka treytirnar, er vert at kanna, um tað í roynd og veru er gjørligt at vera við, sigur Ivan Niclasen, leiðari á mentanardeildini í SvF við Føroyska tónleikaportalin, pop.fo.

Tað eru evropeiskar sjónvarpsstøðir, sum í felag skipa fyri Eurovision kappingini, ið vit kenna betri sum altjóða Melodi Grand Prix. Sjónvarpsstøðirnar hava ein felagsskap nevndan EBU, ið á hvørjum ári skipar fyri stóru tónleikakappingini.

Sjónvarp Føroya hevur ikki fullan limaskap í EBU, og tí ber sum er ikki til at vera við í kappingini. Men leiðarin á mentanardeildini í Sjónvarpinum heldur, at tað avgjørt hevði verið ein fyrimunur fyri føroyskan tónleik, um vit vóru við.

? Melodi Grand Prix er eitt sera áhugavert tiltak, og tað kundi uttan iva ment føroyskan tónleik.

? Eitt Grand Prix tiltak hevði helst kunnað ment tann meiri melodiøsa og poppkenda tónleikin, og so høvdu teir eldru solistarnir og bólkarnir eisini hildið seg framat, sigur Ivan Niclasen við pop.fo.

Leiðarin á mentanadeildini hjá Sjónvarpinum heldur Prix Føroyar vera eitt frálíkt tiltak. Men samstundis vísir hann á, at hetta er eitt tiltak, ið stílar meira eftir teimum yngru og hørðu bólkunum.

Í samrøðuni við pop.fo ásannar Ivan Niclasen tó, at tað hevði verið eitt stórt tak hjá Sjónvarpinum, um Føroyar skuldu luttikið í Grand Prix, og at hetta neyvan hevði kunnað verið gjøgnumført innan verandi fíggjarkarmar.