Tað hevur gingið væl hjá føroysku íðkarunum á oyggjaleikunum hesa vikuna. So mikið væl, at Føroyar í løtuni – nú tað bert restar ein dagur at íðka í, liggja ovast í samlaða heiðursmerkja yvirlitinum fyri leikirnar.
Samlaða heiðursmerkja yvirlitið gongur eftir, hvat av oyggjunum hava vunnið flest gull heiðursmerki, og tað er har at Føroyar liggja fremst í løtuni. Føroyar hava vunnið 23 gull heiðursmerki, meðan Isle of Man, ið er okkara nærmasti kappingarneyti í oddastríðnum á leikinum, hava vunnið 22 gull heiðursmerki.
Í samlaða stig yvirlitinum er Isle of Man tó omanfyri Føroyar, tí Isle of Man hevur vunnið fleiri heiðursmerki enn Føroyar. Isle of Man hevur 63 stig samanlagt, meðan føroysku íðkararnir hava vunnið 23 gull heiðursmerki, 16 silvur heiðursmerki og 19 bronsu heiðursmerki, sum gevur teimum eitt samanlagt stigatal á 58 stig.
Oyggjaleikirnir í Gotlandi enda í morgin.










