Føroyar liggja í lægra endanum

?Bæði brenniloja til sethús og bensin og dieselolja til bilar eru bíligari í Føroyum enn í flestu londum rundanum okkum

 

Ofta verður tikið til, at føroyingar hava heimsins dýrastu olju- og bensinprísir at dragast við.

Men tað passar ikki.

Støðan er tvørturímóti, at bæði hvat brenniolju til sethús, og hvat dieselolju til bilar viðvíkur, liggja vit í lægra endanum í Evropa.

Tað vil siga, at nógva staðni eru avgjøldini á olju og bensini hægri enn í Føroyum.

Hetta sæst á einum yvirliti, sum Fíggjarmálastýrið hevur sett í eina frágreiðing, ið varð løgd fyri tingið í sambandi við at uppskotið til fíggjarlóg fyri 2001 varð lagt fram herfyri.

Tað kann eisini vera vert at leggja til merkis, at lond, sum hava oljuvinnu, eitt nú Noreg, Bretland og Danmark, hava hægri oljuprísir enn, hvat Føroyar hava.

Í øðrum yvirlitinum, sum er sett við hesum stubbanum, sæst, hvat 1.000 litrar av brenniolju kostaðu til húsarhaldini tann 15. september í ár.

Í sambandi við prísin á brenniolju, hevur oljuavgjaldið verið nógv umrøtt.

Í apríl mánaða í ár varð tað ásett til 80 oyru fyri liturin.

Frammanundan varð tað 95 oyru fyri liturin, men tað lækkaði eitt hálvt oyra, hvørja fer prísiurin hækkaði eitt oyra.

Og øvugt hækkaði tað eitt hálvt oyra, hvørja fer prísurin á olju lækkaði eitt oyra.

Í 1998 var avgjaldið 93 oyru í miðal fyri liturin og í 1999 var tað í miðal 98 oyru fyri liturin.

Landsstýrið sigur, at tað vóru nógvar orsøkir til, at tað varð lagt fast.

At tað var flótandi forðaði fyri kapping á økinum. Samstundis var tað ógjørligt at leggja fíggjarætlanir fyri oljuavgjaldið, tá ið tað var skiftandi.

Og tað var eisini hildið at vera rættast, at brúkarin sjálvur merkti, hvussu marknaðarprísirnir á olju broytast.

Yirlitið vísir, at í Danmark kosta 1.000 litrar av brenniolju 7.763 krónur, ´í Svøríki 5.627 krónur, í Noregi 4.525 krónur, í Føroyum 4.475 krónur og í Íslandi kosta teir 3.730 krónur.

Í hinum yvirlitinum sæst, hvat prísurin á blýfríum bensini og dieselolju til bilar kostaðu hendan sama dagin.

Tað yvirlitið vísir, at í Noregi kostaði ein litur av blýfríum ikki minni enn 10,42 krónur tann 15. september. Í Íslandi kostaði hann 10,24 krónur, í Bretlandi 9,74 kr., í Hálandi 9,51 kr., í Svøríki 9,14 í Føroyum 8,95 kr., í Belgia 8.93 og í Danmark 8.89 krónur.

Bíligast var tað í Slovenia, har liturin kostaði 5,65 krónur.

Hinvegin var diesel oljan dýrast í Bretlandi, har liturin kostaði 9,88 kr., í Noregi kostaði hann 9,61 kr., í Svøríki 9,27 kr. og í Danmark 7,74 kr. Í Føroyum kostaði hann 5,51 krónur.

Bíligast var hann í Portugal, har hann kostaði 4,65 krónur.

Tølini eru frá Statoil, Føroya Shell og Vejdirektoratet .