Danska ríkisveitingin til Føroya er bara ein lítil bagatell í føroyska búskapinum.
Tað var boðskapurin hjá Høgna Hoydal, formanni í Tjóðveldi, á flokstinginum hjá flokkinum um vikuskiftið.
- Vit hava rikið skeivan fiskivinnupolitikk og vinnupolitikk í mong ár. Vit reka skeivan búskaparpolitikk. Og vit reka skeivan sosialpolitikk, útbúgvingar- og mentanarpolitikk og á so mongum økjum
- Somuleiðis hava vit mist 700 milliónir um árið, bara í avreiðingarvirði í fiskiskapinum á heimaleiðum av toski, hýsu og upsa síðani 2002.
Men Høgni Hoydal sigur, at hóast tað, hava vit ein búskap og eitt ríkt samfelag, har vit við skilvísum politikki væl kunnu venda gongdini.
Hann sigur, at seinastu 14 árini er bruttotjóðarúrtøkan næstan tvífaldað, hóast alivinnan fór øll á heysin í 2003, hóast botnfiskastovnarnir eru komnir niður á søguligt lágmark og hóast Eik Banki og Fiskavirking fóru á heysin.
Høgni Hoydal sigur, at í dag er støðan tann, at blokkstuðulin er bara 5% av tí, sum vit sjálv skapa.
Tað merkir sostatt, at sjálvi framleiða vit 95% av øllum tí, sum verður skapt í føroyska samfelagnum.
Hann heldur, at tá ið vit eru so nær einum sjálvberandi búskapi, hóast ”ringastu politisku vanstýring í nýggjari tíð”, sigur tað alt um, hvussu góðar møguleikar vit hava.
- Tí er tað óskiljandi, at samgongan fer til Danmarkar at bidda meiri blokk, heldur enn at leggja dent á at gera okkum sjálvbjargin við tí, vit sjálvi skapa.
Hann leggur afturat, at tað er ikki neyðugt við meiri enn seks, átta árum fyri at gera okkum fullkomiliga leys av donsku ríkisveitingini.
Tá hevur hann roknað við, at vit bara brúka helvtina av okkara búskaparvøkstri til at gera okkum leys av blokkinum og hina helvtin til raðfestingar og vælferðartænastur.
- Síðani 1962 hevur búskaparvøksturin í Føroyum verið 5% um árið, hóast djúpar kreppur á vegnum.
- Við einum slíkum búsksparvøkstri hevði tað bara tikið seks, átta ár at sloppið okkum heilt av við ríkisveitingina.
Men Høgni Hoydal staðfestir samstundis, at politikkurin, hendan samgongan hevur stungið út í kortið, er akkurát sama sleggja, sum hevur elvt til so stóra kreppu allastaðni.
Hann sipar til tað, hann kallar neo-liberalistiska politikkin hjá samgonguni, har nøkur fá skulu hava framíhjárætt til náttúrutilfeingi og eftirlitið verður skert við at niðurleggja landsbankan o.s.fr.
Tí mælir hann samgonguni staðiliga til at leggja frá sær, tí hon er ikki partur í loysnini, men í trupulleikanum.
Tora ikki
Rani Nolsøe, formaður í Norðoya Tjóðveldisfelag heldur, at so leingi almenna umsitingin er so stór sum hon er, ræðast fólk tankan um at vit skulu spæla okkum av við donsku ríkisveitingina.
Tí heldur hann, at tað er neyðugt at eftirmeta almennu fyrisitingina.
- So leingi lutfallið ímillum tað almenna og tað privata er, sum tað er, tora føroyingar ikki at loysa, er hann sannførdur um.
- Hóast ríkisveitingin bara er 5% av okkara bruttotjóðarúrtøku, tora fólk ikki at loysa, tí almenna umsitingin er so stór, at vit hava fingið eina samfelagsbúskaparliga tunnilssjón og tora ikki at sleppa endanum.
Hann vísir á, at fyri eini hálvari og heilari øld síðani vóru Kjølbro og aðrar privatar fyritøkur, tær størstu í landinum.
- Í dag er tað ALS og Nærverkið, sum eru størstu fyritøkurnar í landinum!
- Hetta er dømi um, hvussu stórt, tað almenna er blivið og tí heldur hann, at tað er neyðugt at eftirmeta tað almenna.
Hann saknar eisini eina ætlan fyri at nýskipa tað almenna, tí tað heldur hann, er neyðugt.










