Føroyar leiktu javnt ímóti Bryne

Ingi Højsted leikti annan hálvleik ímóti Bryne sunnudagin

Føroyska fótbóltslandsliðið leikti sunnudagin sín fyrsta venjingardysti sunnudagin. Dysturin var ímóti norska liðnum Bryne, og dysturi endaði 1-1. Sum skilst, so var norska felagið betri í fyrra hálvleiki, meðan føroyingar komu betri við í seinna hálvleiki.

Dysturin var tíggju minuttir gamal, tá Bryne legði seg á odda. 1-0 var eisini hálvleiksstøðan í Spania. Í seinnu hálvleiki svaraði Heðin á Lakjuni aftur við góðum langskoti til endaligu støðuna 1-1.

Miðvallarin, Julian Johnsson, hevur verið darvaður av skaða, og var tí ikki við ímóti Bryne. Jann Ingi Petersen var á miðvøllinum í hansara stað, og í seinna hálvleiki fekk Arsenal-leikarin, Ingi Højsted, eisini møguleikan at royna seg á miðvøllinum