Føroyar lata bráðfeingis neyðhjálp til Darfur

Løgmaður hevur gjørt av at lata matvørustovninum hjá ST - World Food Programme (WFP) ? 150.000 krónur til neyðhjálpararbeiði teirra í Sudan. WFP arbeiðir av øllum alvi fyri at útvega 5,5 mió fólki mat í munnin. Neyðhjálpin fer til harðast raktu økini í Darfur, í sunnara parti av Sudan, har tað serliga er talan um kvinnur og børn, sum svølta.

WFP roynir at savna 685 milliónir dollarar til hesa neyðhjálparætlan, og hevur sent eina inniliga áheitan til gevaralond um at stuðla arbeiði teirra í Sudan alt fyri eitt.

Verkætlanin í Sudan er tann størsta og mest torføra hjá WFP, tí trupulleikarnir har eru so ovurhonds stórir, og seinastu mánaðirnar eru umstøðurnar í Darfur bert versnaðar. Í løtuni búgva fleiri enn tvær milliónir fólk í flóttalegum og yvirliva bert av mati frá neyðhjálparfelagsskapum.

Regntíðin frá mai til september ger, at onki vegasamband er hesa tíðina og tí tekur tað fleiri mánaðir at fáa matin út til tey, ið eru ringast fyri.

Tískil hevur WFP tørv á at tryggja so stóran part av figgjarliga stuðlinum longu nú, so tey í góðari tíð kunnu leggja arbeiðið til rættis at fáa matin út til tey svøltandi. Og nú hava tey so fingið stuðul úr Føroyum eisini.