FØROYAR - land teirra útvaldu???

Tað var ikki sørt stoytandi at síggja í sjónvarpinum, at ein ávísur bólkur av sjúklingum bleiv tikin framm sum gíslar í sjónvarpinum, nú Bill Justinussen og hansara samgongurmenn hava lagt á allar sjúklingar, sum hava teirra lívsneyðuga tilknýti til Ríkissjúkrahúsið og forða teimum at komað til viðgerðar ella kanningar , við at noktað at gjalda fyri ferðina og viðgerðina!!!!

Hetta er gjørt við at geva yvirlæknunum harraboð um ikki at senda fleiri sjúklingar av landinum í ár vegna pengamangul - yvirtrekk er á konto fyri serviðger uttanlands og henni tørvar 20 mio afturat, sum skulu finnast onkunstaðni .ella um neyðugt - yvir enn eina eykajáttan.
Undirritaði undrast á hví júst hesin bólkur við cystsik fibrosu bleiv tikin framm - var tað av tilvild ???
Takað vit hesi børn við sjúkuni Cystisk Fibrosu, sum er ein viðfødd sjúka ið krevur dagliga viðgerð bæði við fysioterapi, innhalatiónum og medisini, so eru tey 11-12 í talið í Føroyum og teirra lív avhengur av, at tey halda sjúkuna í skak við viðgerð og medi-sini - hvønn einasta dag í lívið teirra.
Hetta er sjálvandi ein sera stórur belastningur fyri tey sjálvi og familjur teirra.
Eftirlitið við sjúkuni fyrigongur á Ríkissjúkrahúsinum og Skejby í Århus, sum eru tey einastu CF-sentrini í Danmark, har øll vitanin um sjúkuna er samlað og viðgerðin fyri allar sjúklingar í ríkinum tískil fer framm.
Viðger og støðugt kontrol (fyri tey flestu eina ferð um mánaðin) -er alneyðugt fyri sjúklingarnir, - tey er sera móttakilig fyri bakterium og virusum, orsakað av tí at teirra immunverja eisini er niðursett .
Tí er tað sera umráðandi alla tíðina at fyribyrgja at bakteriur og virusar ikki fáa gjørt um seg og gjørt skaða á lungavevnaðin.
Bestu viðgerðarúrslit fyri sjúkuni uppá heimsbasis eru í Danmark , nevniliga tí at eftirlit og viðger er sera intensivt.
Hesir nevndu sjúklingar er bert ein bólkur av sjúklingum, sum verður tikin framm - men tað eru nógvir føroyingar við nógvum ymsum sjúkum, sum eisini hava fyri neyðini, at komað til viðger uttanlands, tí vitanin, viðgerðin og resursirnar ikki eru til taks í Føroyum.
Tað mugu og skulu tey hava rætt og atgongd til, - samfelagið má og skal hava ráð til at gjalda fyri hetta - um ikki, - ja, so er hetta ikki longur eitt land har pláss er fyri øllum - men einans teimum útvaldu .
Jan Hilmar Dam segði tað sera rámandi í frálíku blaðgrein síni - so verður Føroyar eitt lortaland at lívað í.
Vónandi komað vit ongantíð hartil, at vit fara at kallað og halda okkara land verða eitt lortaland og ringt stað at búgva , - heldur ikki hóast tað nú sær út til at ein sera ringur virus - samgonguvirusin nevndur ADEH er farin at virka vil fullari megi og byrjar at merkjast allastaðni í landinum.