Føroyar  land og tjóð!

Formaðurin í Stjórnarskipanarnevndini, Jóan Pauli Joensen, vónar, at okkara fólkavaldu megna at finna fram til eina tjóðskaparliga semju, har vit seta orð á, hvørji vit eru, og staðfesta mannarættindi. Ætlanin er, at uppskotið til nýggja stjórnarskipan skal verða handað løgmanni 31. desember í ár

STJÓRNARSKIPAN

 
Vit, fólkið í Føroyum!
So fínt byrjar formælið til uppskot til nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar. Og tað er heldur á hvørjum degi, at eitt fólk sleppur at definera seg sjálvt og seta orð síni virði. At kalla seg land, fólk og áseta mannarættindi.
At smíða og evna til eina politiska skipan, sum skal staðfesta og seta á stovn fólkaræði, er ein hin størsta avbjóðingin, eitt fólk kann fáa, verður sagt.
Men tað hendir í hesum døgum, nú Stjórnarskipanarnevndin ger uppskot til Sjórnarskipan Føroya.
Ein av uppgávunum hjá Stjórnarskipanarnevndini er javnan at kunna um arbeiðið í nevndini, og ein liður í hesum arbeiði varð hildin á Hotel Hafnia fyrrapartin í dag, har nevndin bjóðaði til tíðindafund.
Jóan Pauli Joensen er formaður í nevndini, og hann ásannaði, at tíðin ikki stendur í stað. Tað eru nú meira enn tvey ár síðani, hann sum formaður í tí táverandi Grundlógarnevndini handaði táverandi løgmanni, Anfinni Kallsberg, tað sonevnda Fyrra flaggdagsálitið.
Tað seinna flaggdagsálitið kom ongantíð, av tí at val varð útskrivað, og samgongan við Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum samtykti at broyta Grundlógarnevndina til Stjórnarskipanarnevnd, og heitti á nevndina um at gera uppskot til grundleggjandi stjórnarlóg fyri Føroyar. Arbeiðið í nevndini byggir í ávísan mun á arbeiðið hjá gomlu Grundlógarnevndini.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ongar kenslur í stjórnarskipan
 
Formaðurin segði m.a. á tíðindafundinum, at tað hanga ymsar kenslur uppi í orðinum grundlóg, sum ikki hanga uppi í stjórnarskipanarlóg  ella tí snøggara stjórnarlóg, sum formaðurin heldur ynskti at kalla lógina.
Men uttan mun til hvat barnið skal eita, so er talan um eina konstitutión fyri Føroyar, varð sligið fast. Arbeiðið hjá nevndini skal vera liðugt í seinasta lagi 31. desembur 2006, og síðani skal løgmaður avgera, hvussu leikur fer.
Arbeiðið hevur verið býtt í tveir arbeiðsbólkar  Stóra kamar, sum er sjálv nevndin, og Lítla kamar, sum eru serfrøðingarnir. Ta fyrstu tíðina gjøgnumgekk nevndin nágreiniliga bæði lógartekst og viðmerkingar, men formaðurin segði, at arbeiðið hevur gingið skjótari, um tey fyrst hava fingið lógargreinirnar upp pláss og síðani viðmerkingarnar.
Flaggdagsálitið hevði 100 greinir, men hetta nýggja uppskotið kemur helst at innihalda færri greinir.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Tjóðskaparlig semja?
 
Í sambandi við stjórnarskipanararbeiðið er tað ein spurningur, um tað fer at eydnast at skapa tjóðskaparliga semju í Føroyum um hesa lóg. Jóan Pauli Joensen helt, at hetta skyldaðu tey Føroya fólki, nú komið er so langt í okkara samleika sum fólk og tjóð, sum hann tók til, og at hetta eigur at verða ítøkiliggjørt í okkara egnu stjórnarlóg.
Hann vísti á, at í t.d. USA hevur hvør statur sína stjórnarlóg, og tað sama er fyri hvørt land í Týsklandi. Hann segði eisini, at danskir løgfrøðingar hava borið upp á mál, at hetta skuldi verið gjørligt fyri Føroyar, men so leingi vit eru í danska ríkinum, hava vit eisini ta donsku grundlógina, sum formaðurin metti helst í summum førum kemur at vera yvir tí føroysku stjórnarskipanarlógini.
- Neyvan fara danir at senda krígsskip til Føroya, fyri tað um vir fáa okkara egnu stjórnarlóg, skemtaði formaðurin.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ikki danskar siðvenjur
 
Jóan Pauli Joensen legði dent á, at nevndin við hesum stjórnarskipanaruppskotinum hevur roynt at hugsað tað leyst frá tí donsku grundlógini. M.a. segði hann, at løgfrøðingarnir í nevndini ikki hava kent seg so bundnar at danskari siðvenju, men hava fingið íblástur aðrastaðni.
Tað fyrra flaggdagsálitið er umsett til enskt mál og útgivið í lítlum bóklingi. Umframt at verða nógv brúkt í miðnámsskúlum, hevur hetta víst seg at vera heppið fyri eina víðari fatan av lógaruppskotinum. M.a. hava longu fleiri lógargranskarar umrøtt álitið í vísindaligum greinum og ritum.
Jóan Pauli Joensen segði seg eisini fegnast sum rektara á Fróðskaparsetrinum um, at áhugin fyri lógargransking er stórur. M.a. skrivar skrivarin í nevndini, Rúni Rasmussen, eina masterritgerð um politiskt ástøði og valdsbýti, og næstformaðurin í nevndini, Kári á Rógvi, er farin undir eina Ph.D.-ritgerð um greining av dómstólum í Norðurlondum. Løgfrøði er nevniliga eitt øki, sum er heldur ótrott havt gransking viðvíkur í Føroyum í mun til t.d. Ísland. Tí vónaði Jóan Pauli Joensen at skjótt at fáa ein sonevndan stjórnardepil í Føroyum, og at Fróðskaparsetrið eisini kann fara undir gransking í jura.