Føroyar kunnu útflyta seyðaskinn til ES

Váttan er nú komin um, at Føroyar kunnu útflyta seyðaskinn til ES. Spurningurin varð reistur á fundi mánadagin millum Føroyar og ES, og týsdagin váttaðu ES-myndugleikar, at hetta letur seg gera, um føroyingar fylgja ávísum fyriskriftum

Føroyar kunnu nú aftur útflyta seyðaskinn til ES-marknaðin. Týsdagin seinnapartin kom váttan úr ES um hetta, og sostatt skuldi einki verið til hindurs fyri, at føroyingar útflyta seyðaskinn longu í ár, um tey finna keyparar til skinnini.
Tað eru ávísar fyriskriftir, sum mugu fylgjast. Eitt nú skulu 21 dagar ganga, áðrenn móttakarin kann taka ímóti seyðaskinninum frá tí at seyðurin er flettur. Skinnini skulu eisini hava ligið fyri seg hesa tíðina og váttan frá djóralækna skal fyriliggja um hetta.
Málið var reist á fundi mánadagin 26. september millum Føroyar og eina ES-nevnd í aðalráðnum fyri heilsu- og brúkaramál.
Fyri Føroyar luttóku Hákun J. Djurhuus og Sonja J. Jógvansdóttir vegna Sendistovu Føroya í Evropasamveldinum og Bjørn Harlou, landsdjóralækni.
Hákun J. Djurhuus og Bjørn Harlou greiddu frá støðuni viðvíkjandi seyðaskinnum.
Eitt ES-umboð lovaði at kanna málið sum skjótast og vendi aftur seinnapartin týsdagin við váttandi svari og treytunum fyri innflutningi.
Treytir
Treytirnar fyri at útflyta seyðaskinn til Evropiska marknaðin eru, at ein djóralækni skal vátta, at seyðaskinnini ikki eru av seyði, sum hevði sjúkueyðkenni, sum kann smitta menniskju ella djór, ella at skinnini eru av seyði, sum er slátraður fyri at burturbeina sjúku, sum kann smitta menniskju ella djór.
Somuleiðis eru ásetingar um, hvussu skinnini antin skulu vera turkað ella saltað. Tað ber sostatt ikki til at útfylta fersk seyðaskinn til ES-marknaðin.
Seyðaskinnini skulu heldur ikki hava verið í samband við aðra djóraframleiðslu ella livandi djór, sum eru í vanda fyri at hava smittuberandi sjúku.
Til ber at síggja yvirlit yvir treytirnar í ES lóggávuni: Regulation (EC) n°1774/2002 of the European Parliament and of the Council of 3 October 2002, sum seinast er dagførd í 2005.
Til ber at lesa meir um hetta á hesi slóðini:
europa.eu.int/eur-lex/lex/LexUriServ/site/en/consleg/2002/R/02002R1774-20050315-en.pdf
Sostatt skuldi málið um seyðaskinnini nú verið loyst, siga Sendistova Føroya í Evropasamveldinum og Landsdjóralæknin í tíðindaskrivi.