Hetta er ein av yvirskriftunum til fundin, sum verður á Toftum hóskvøldið.
Tá skipar Nes kommuna fyri almennum fundi um føroysku fiskivinnuna við framløgum og tjaki millum skilafólk á økinum.
Við á fundinum verða tríggir mans, ið hava høvuðsábyrgdina av hesum evni. Teir eru: Kai Leo Holm Johannesen, løgmaður; Jákup Mikkelsen, fiskimálaráðharri og Johan Dahl, vinnumálaráðharri.
Á fundinum fara eisini fleiri vinnulívsfólk at hava orðið, og síðani verður tjak, sum tíðindamaðurin Kári Mikkelsen skipar fyri.
Hesin almenni fundurin byrjar klokkan 19 og verður í Tofta skúla.