Føroyar kunnu gera mun við lítlum

? Tær tríggjar milliónirnar, sum føroyingar vilja brúka í menningarhjálp, kunnu gera stóran mun, men føroyingar skulu velja sær nakrar ávísar verkætlanir at arbeiða við, sigur leiðandi ráðgevin hjá Danida í Nepal, sum júst hevur verið á vitjan í Føroyum

Hóast føroyingar hava ein avmarkaða upphædd av ráða yvir til menningarhjálp, ber saktans til at gera mun við hesi upphædd.
Tað eru boðini frá Dr. Himat Bista, sum er leiðandi ráðgevi hjá Danida í Nepal.
Hann hevur júst verið á vitjan í Føroyum, og á einum fundi við løgmann, landsstýrismen og løgtingsmenn greiddi hann frá, hvussu tað ber til at arbeiða við verkætlanum í menningarlondunum.
? Menningarlondini hava brúk fyri hjálp uttanífrá fyri at menna sítt samfelag, og føroyingar kunnu eisini gera góðan mun, sigur Dr. Bista, sum sjálvur stendur á odda fyri einum arbeiði at spjaða valdið í Nepal.

Fleiri pengar at ráða yvir
Seinastu árini hava føroyingar sett nakrar fáar hundrað túsund krónur av til neyðhjálp og menningarhjálp, og meginparturin av hesum pengum hevur verið nýttur til aktuella neyðhjálp í illakomnum økjum.
Nýggja samgongan sigur seg hava sett sær fyri, at føroyingar skulu hjálpa meira í útlondum, og upphæddin á fíggjarlógini fyri 2005 gevur eisini ábendingar um, at álvari er aftan fyri orðini. Í øllum førum er upphæddini, sum er sett av til menningar- og neyðhjálp, vaksin upp í tríggjar milliónir krónur.
Í eini samtykt á aðalfundi hjá Sameindu Tjóða er mál sett, sum áleggur ídnaðarlondum at veita menningarlondum hjálp svarandi til 0,7 prosent av buttotjóðarúrtøkuni hjá einstaka ídnaðarlandinum.
Játtanin upp á tríggjar milliónir krónur svarar til 0,03 prosent av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni, so langt er frá málinum hjá ST, hóast játtanin er nógv vaksin eftir einum ári.

Serfrøðingar greiddu frá
Í 2003 var aðalorðaskifti um altjóða menningarpolitikk í løgtinginum, og løgmaður ætlar sær við grundarlagi í hesum at leggja uppskot fyri løgtingið um, hvussu reglarnar skulu vera fyri menningarhjálp.
Ein partur av hesum arbeiði er at kunna seg við, hvussu tað verður arbeitt í øðrum londum, og hvussu Føroyar kunnu koma upp í á ein skilagóðan hátt.
Tí hevði løgmaður boðið Dr. Bista úr Nepal til Føroya, og eisini var Tommy Petersen boðsendur úr Egyptalandi, har hann nú arbeiðir við miðspjaðing av umhvørvismálaráðnum.
Mánadagin vóru teir á fundi við politikarar, og týsdagin var vinnulívið kunnað um menningararbeiði.

Miðvís hjálp er best
Dr. Himat Bista fegnast um, at føroyingar eru hugaðir at veita størri menningarhjálp, og hann hevði onkur góð ráð at bera myndugleikunum.
? Tað ræður um at velja sær okkurt einstakt projekt, sum tað verður farið í holt við. Vit skulu hugsa globalt, men handla lokalt, og tað umfatar eisini menningarhjálp, sigur Dr. Bista.
? Støddin á upphæddini er ikki altíð so avgerandi, men heldur, at hjálpin er miðvís, og tað ber eisini til at hjálpa við øðrum enn pengum, til dømis serfrøðingahjálp av ymsum slagi, sigur hann.
Tann verkætlanin, sum Dr. Bista sjálvur stýrir í løtuni, byrjaði við eini upphædd á tríggjar milliónir krónur um árið í fimm ár, og úrslitini vóru so góð, at hildið var áfram við verkætlanini.
? Hetta vísir, at tað eru ikki so ræðandi stórar upphæddir, sum altíð skulu til fyri at hjálpa. Tað ber eisini til hjá føroyingum at samstarva við onnur um eina verkætlan, sum ger stóran mun í tí økinum, har hon verður framd, sigur Dr. Bista.
Hann fór av landinum aftur mikudagin, eftir at hann hevði steðga í Føroyum í fýra dagar.