Føroyar kunnu aftur fiska tosk á Flemish Cap

NAFO-ársfundinum í Bergen hevur í dag samtykt at lata uppaftur fyri fiskiskapi á hesum leiðum eftir 11 ár við veiðibanni. Føroyska kvotan næsta ár verður 1.229 tons. Toskastovnurin á Flemish Kap hevur verið friðaður síðan 1999, men nú hevur vísindanevndin hjá NAFO víst á, at menningin av stovninum gevur grundarlag fyri avmarkaðum beinleiðis fiskiskapi. Mest loyvda veiðan í 2010 verður 5.500 tons, og hesi verða býtt millum limalondini sambært søguliga býtinum, ið var galdandi áðrenn veiðibannið var sett í verk. Av teimum fiskiveiðitjóðum, ið royna eftir toski á hesum leiðum, eiga Føroyar størstan partin, ið svarar til góð 22%.

Stórar broytingar í vistskipanini eru at síggja á leiðunum, sum NAFO umsitur. Samstundis sum toskastovnurin á Flemish Kap er í menning, benda seinastu kanningarnar á, at rækjustovnurin á somu leiðum er nógv verri fyri enn undanfarnu árini. NAFO vísindanevndin hevur tí mælt til at minka veiðuna niður móti ongum. Samtykt varð at útseta eina avgerð um umsiting av rækjum á Flemish Kap í 2010 til ein eykafund í november, tá ein dagførd meting av stovninum fyriliggur.

Ósemjan um býtið av rækjum á Grand Bank stendur við. Tí hava Føroyar aftur í ár tilskilað sær rætt til at mótmæla býtið og seta egna kvotu, við støði í heildarkvotuni á 30.000 tons, ið er tann sama sum fyri 2009. Føroyar eiga eisini kvotur av svartkalva og kongafiski á Flemish Kap, og verða hesar óbroyttar í 2010 á ávikavist 206 og 69 tonsum.