Fyrstu tveir dystirnar taptu tær ávikavist 2-1 og 1-0 ímóti Wales og Kazakhstan. Seinasta dystin vunnu føroysku kvinnurnar 7-0 ímóti vertunum úr Makedonia. Nú hevur lutakast so verið til bólkarnar í EM-undankappingini, og her er Wales, sum vann bólkin hjá Føroyum, endað í bólki saman við Týsklandi. Týsku kvinnurnar eru verandi heims- og evropameistarar í fótbólti, so hevði Føroyar vunnið sín bólk, so høvdu tær havt møguleika at møtt týsku stjørnunum.