Føroyar í kreppustøðu?

   

" Í 80´unum ,eg livi, syngi og skrivi ?" - tóku Frændir til á sinni. Fólk vilja vera við, at hesi orð hóska væl til dagsins livihátt, í ovurnýtslu, bæði á tí persónliga og samfelagsliga økinum. Eru vit á somu leið nú, móti enn einum skrælli?
Dagsins trupuleikar í alivinnuni, rækjuflotanum, samgonguni og í fullveldisgongdini, eru bert nakrir av fáu trupuleikunum vit hoyra um dagliga . Sannleikin í hesum málum kann ikki noktast, men hvussu langur skal listin verða, og hvussu leingi skal hetta halda á?
Hvat skal til fyri at bøta um støðuna í landi okkara? Sterkari javnstøða, aðra samgongu, positivari mentala venjing?
Vit minnast kreppuna í 90´unum! Hvat var tað sum bjargaði okkum? Jú, tað at vit fóru á knø, og bóðu Gud um fyrigeving fyri at vit, Hansara fólk, høvdu forsømt Hann og tað verk Hann hevði sett okkum til. Noyðast vit at síggja enn eina kreppu, áðrenn vit fara niður aftur á knø? Vit minnast at Gud svaraði okkum, so fiskifrøðingar og onnur lærd fólk standa enn í dag og undrast á hvar fiskurin kom frá.
Vit eru vís í, at Samkoma Guds er vón Føroya. Vit muga reisast at verða sterk í Gudi, og standa saman um at broyta land okkara. Nú er tíðin búgvin til júst tað. Í hesum sambandi skipar Filadelfia í Havn fyri einari heyststevnu fyrsta vikuskifti í oktober. Evnið á stevnuni er: "Vón Føroya: Kristus í tær".
Møtir verða alt vikuskiftið, og fyrireikarnir siga at karmarnir um stevnuna eru sera familjuvinarligir. Leygardag seinnapart verður nógv ymiskt á skránni. Skipað verður fyri bowling, ríðing, svimjing, fótbólti og gongutúri í gomlu havnini við ferðaleiðara. Spennandi tiltøk fyri børn verða eisini. Góð gistingartilboð frá gistingarstøðum í Havn eru eisini útvegað.
Kunning um møtir, prísir og annað viðv. heyststevnuni 2003, er at síggja á www.filadelfia.fo. ella tlf. 314828-211067.