Fyri løtu síðani var lutakastið til undankappingina fyri EM í 2020 hildin. EM-endaspælið verður leikt í Danmark og Noregi, og lutakastið var hildið í Keypmannahavn.
Danmark og Noregi vóru ikki í pottinum til lutakastið, eftirsum tey hava fingið pláss sum fyriskiparar.
Forsetin fyri danska hondbóltssambandið bjóðaði vælkomin, og segði seg vera sera glaðan um at Føroyar og Ísland vóru í pottinum. Ísland og serliga Føroyar hava ofta skula spælt eina kapping undan veruligu undankappingin, men Føroyar eru nú styrkismettar so høgt, at vit hava beinleiðis luttøku í undakappingini. Hinvegin skulu Ísrael, Finnland, Grikkaland og Luxemburg spæla sonevndu ‘fasu 1’ kappingina um seinasta plássið í veruligu undankappingini.
Vónin var kanska at fáa nakrar av bestu leikarunum í Evropa til Føroya at spæla, men at enda gjørdist mótstøðan heldur truplari enn spennandi við Rumenia, Póllandi og Ukreina sum mótstøðuliðum.
Her kann tó sígast at Rumenia hava ein av heimsins bestu leikarum nakrantíð við Christinu Neagu, men eftir sera ringan skaða í seinastu undankapping er heldur óvist um hon verður við ímóti Føroyum
Lutakastið háttaði seg soleiðis:
Bólkur 1
Niðurlond
Spania
Eysturríki
Vinnari av fasu 1
Bólkur 2
Montenegro
Ungarn
Italia
Litava
Bólkur 3
Týskland
Slovenia
Hvítarussland
Kosova
Bólkur 4
Russland
Serbia
Slovakia
Sveis
Bólkur 5
Svøríki
Kekkia
Norðurmakedónia
Portugal
Bólkur 6
Frakland
Kroatia
Turkaland
Ísland
Bólkur 7
Rumenia
Pólland
Ukreina
Føroyar
Fyrstu umførini verða leikt longu 25. og 28. september. Síðani verður leikt í mars og mei mánaði í 2020.