Leygarkvøldið skuldi Tórshavnar Kommuna seta Føroyar á heimskortið, tá høvuðsstaðurin tók lut í heimsumfatandi orkusparandi tiltakinum Earth Hour, ella Jarðartímin.
Tiltakið eydnaðist væl, og ljósið varð sløkt í Miðbýnum og á Norðasta Horni í ein tíma leygarkvøldið. Nú vóru Føroyar eisini við á hesum økinum – hildu øll.
Mánadagin fingu vit tó sjón fyri søgn, tá Dagur & Vika hjá Kringvarp Føroya kundi avdúka, at Føroyar, hóast tiltakið varð hildið, ikki vóru komnar á almenna heimskortið hjá WWF, ið er heimsdjóraverndarfelagsskapurin undir Sameindu Tjóðum, sum samskipar tiltakið.
Ríkisrættarligur spurningur
So skjótt, sum tað kom fram, at Føroyar ikki vóru komnar á heimskortið, setti Birgir Kruse, ið er samskipari hjá Tórshavnar Kommunu, seg í samband við donsku sendistovuna hjá WWF, har hann varpaði ljós á henda trupulleikan.
Eftir øllum at døma var orsøkin til at Føroyar ikki vóru komnar á heimskortið í Jarðartímanum tann, at Føroyar ikki hava eina skrivstovu hjá WWF í landinum, og tískil vóru koyrd undir donsku skrivstovuna í Keypmannahavn.
Hóast vit vóru koyrd undir skrivstovuna í Keypmannahavn, og ikki hava eina skrivstovu hjá WWF í Føroyum, vísti ríkisrættarliga støða føroyinga seg ikki at verða ein trupulleiki.
Boðini máttu til Avstralia
Í Danmark vóru tey sinnaði at hjálpa føroyingum og Tórshavnar Kommunu, og tí settu tey seg í samband við høvuðsskrivstovuna, har tey siga soleiðis.
» Eg havi eini umráðandi boð til tykkara: Føroyar vilja verða settar á EH-kortið. Í løtuni koyra føroyskir sjónvarpsmiðlar eina láturliga herferð móti EarthHour tiltakinum hjá føroyingum. Tað er okkurt við at tá Føroyar ikki eru á kortinum, so kunnu tær ikki hava tikið lut í tiltakinum. (!) (og tað er ikki ein apríl-søga)«.
Sostatt noyddist donsku umboðini at sannføra avstralsku høvuðsskrivstovuna um, at tað ikki var ein aprílssøga, til tess at fáa tey at taka hetta í álvara.
Í gjár komu boð beinleiðis úr Avstralia, at tey høvdu gingið umsóknini á møti, og at Føroyar og Tórshavn nú loksins eru komnar á Jarðartímakortið fyri 2009.