Føroyar knógvaðu Bolivia

Føroyar hava í kvøld tryggjað sær triðja sigurin í OL kappingini í talvi, sum í hesum døgum er í Dresden í Týsklandi.

Føroyska liðið stríddist í dag ímóti Bolivia, og úrslitið var føroyskur sigur - 2,5 - 1,5.

Jóan Hendrik Andreasen og Heini Olsen vunnu, Helgi Dam Ziska telvaði javnt, meðan John Rødgaard einki fekk burturúr í dag.

Fyrsta hálva stiginum syrgdi Helgi Dam Ziska á fyrsta borði og við svarta fólkinum fyri.

Síðani vann Jóan Hendrik Andreasen á fjórða borði við hvítum. John Rødgaard á triðja borði legði svarta kongin, og so var spurningurin, hvussu Heini Olsen fór at standa seg á øðrum borði og við hvítum. Talan var um langt endaspæl, og tá ið bolivski IMarin Jonny Cueto legði illa kroysta kongin, var tað greitt, at Føroyar høvdu vunnið!