Føroyar økja um munin

Eftir tríggjar kappingardagar er føroyska oyggjaleikaliðið ovast í samlaðu støðuni. Longu nú eru 16 gullmerki komin til høldar, og við hópin av kappingum eftir á skránni, eru frálík útlit fyri, at Føroyar hesa ferð gera besta hálið nakrantíð. Og kanska eisini enda ovast í samlaðu støðuni – nakað sum ongan tíð áður er hent okkum.

Samlaða heiðursmerkjabýtið sá soleiðis út týskvøldið

gull silvur bronsa

Føroyar 16 11 13

Jersey 11 14 6

Gotland 10 3 5

Guernsey 9 5 12

Isle of Man 6 10 7

Áland 6 9 8

Rhodos 3 3 2

Cayman 3 3 1

Isle of Wight 3 2 3

Menorca 3 0 4