Føroyar økja

Nú tveir dagar eru eftir at Oyggjaleikunum, hava Føroyar lagt seg væl og virðiliga á odda í samlaða heiðursmerkjabýtinum.

Samanlagt hava Føroyar toga 30 gullmerki heim, og tað er so nógv besta hálið, sum vit hava gjørt í oyggjeikasøguni.

Seinnu árini hava fremstu oyggjarnar ligið um tey 30 gullmerkini, so klára okkara ítróttarfólk at toga nøkur fá gullmerki afturat í dag og í morgin, so er lítið at ivast í, at Føroyar eisini standa ovast, tá samlaða støðan verður gjørd upp eftir leikirnar.

 

Heiðursmerkjabýtið

gull silvur bronsu

Føroyar 30 19 22

Isle of Man 21 22 14

Jersey 20 28 11

Guernsey 15 8 19

Gotland 12 7 13

Áland 10 13 15

Bermuda 5 4 10

Cayman 5 4 2

Saaremaa 4 5 9

Menorca 4 4 6