Svimjingin hevur mangan verið Føroyum góð á oyggjaleikunum, og vónir eru um, at tað verður hon aftur hesaferð.
Føroyar eru umboðaðar í níggju av 11 svimjifinalum í kvøld.
Finalurnar við føroyskari luttøku eru hesar:
4 x 50 m frí: Føroyar
4 x 50 m blandað: Føroyar
400 m blandað: Vár Erlingsdóttir Eidesgaard og Rebekka Trygvadóttir
200 m blandað: Alvi Hjelm og Bartal E. Eidesgaard
1500 metrar frí: Johan N. Dam og Óli Mortensen
200 m firvald: Óli Mortensen
100 m bringa: Róland Toftum og Rókur Trygvason
50 m rygg: Róland Toftum
200 m frí: Vár Erlingsdóttir Eidesgaard
KVF stroymir svimjifinalurnar beinleiðis á kvf.fo. Solby Christiansdóttir verður frásøgukvinna.