Føroyar kann enda sum eitt uland

- Tað er hugstoytt at síggja, hvussu lítla virðing avvarðandi myndugleikar hava fyri arbeiðsumstøðunum hjá kommunulæknum. Um verandi gongd heldur áfram, og trupulleikarnir ikki verða tiknir í álvara, gerst úrslitið, at kommunulæknaøkið bløðir út, tí orsakað av vánaligu umstøðunum vera tað alt færri læknar, ið fara undir at serútbúgva seg til kommunulækna. Ein onnur álvarslig avleiðing er, at vánaligu arbeiðsumstøðurnar sum frálíður fara at ganga út yvir góðskuna av tí arbeiði, sum verður gjørt í kommunulæknaskipanini.


Soleiðis byrjar Kommulæknafelag Føroya eitt lesarabræv har felagið ger vart við sína støðu, nú felagið hevur boðað frá verkfalli. Eitt verkfall, ið tó er fyribils steðgað, meðan Gerðarrætturin skal fáa greiðu á, um Semingsstovnurin hevur heimild at leggja upp í ósemjuna millum Kommunulæknafelagið og Fíggjarmálaráðið.


Felagið vísir í skrivinum á, at væntandi virðingin fyri fakinum kann fáa álvarsamar avleiðingar fyri alla skipanina.


- Væntandi virðingin frá avvarðandi myndugleikunum er vorðin ein alsamt størri hóttan móti allari kommunulæknaskipanini, sum er portrið og atgongdin hjá hvørjum einstøkum føroyingi, ið fyrr ella seinni í lívinum fær brúk fyri heilsuverkinum, skrivar felagið og leggur afturat.


- Mest álvarsliga hóttanin er, at kommunlæknaøkið bløðir út, tí orsakað av vánaligu arbeiðsumstøðunum velja alsamt færri læknar at útbúgva seg til kommunulækna.


Tað ger ikki støðuna betri, at Fíggjarmálaráðið, sambært Kommunulæknafelagnum, í samráðingunum hevur lagt upp til ein niðurskurð í reallønini hjá kommunulæknunum.


- Tað er tí hugstoytt at síggja, at myndugleikarnir ongan vilja vísa til at gera ein nýggjan sáttmála við Kommunulæknafelagið, sum kann bøta um umstøðurnar, men tvørturímóti leggja upp til ein beinleiðis niðurskurð í reallønini hjá kommunulæknunum, ið eru um at hoykna undir verandi arbeiðstrýsti, skrivar felagið.


Felagið vísir eisini á, at tað er ein misvísandi mynd, at kommunulæknar tjena millum 2,2 til 2,9 milliónir krónur árliga, tí hetta tekur ikki hædd fyri útreiðslurnar knýttar at arbeiðinum.


- Síðani í gjár hava lønirnar hjá læknunum verið frammi alment, har sagt verður, at tær liggja millum 2,2 og 2,9 mió. krónur um árið. Hendan myndin er misvísandi og púra burturvið at brúka. Tað svarar til at siga, at umsetningurin hjá einum timburmeistara ella øðrum vinnurekandi er hansara ársløn, og ikki taka hædd fyri, at viðkomandi bæði skal rinda starvsfólkalønir, eins og allar útreiðslur, ið eru knýttar at virksemi hansara.


At enda vísir felagið á, at arbeiðsumstøðurnar eru so mikið vánaligar, at núverandi kommunulæknar umhugsa at steðga og finna sær annað starv. Tað kann fáa stórar avleiðingar fyri alt økið, tí sum nú er, so er miðalaldurin longur rættiliga høgur.


- Havandi í huga, at miðalaldurin á kommunulæknunum er rættiliga høgur, har onkrir eru farnir langt upp um pensjónsaldur, og nógvir nærkast hesum, og sostatt skjótt leggja frá sær, meðan alt ov fáir leggjast til, er støðan beinleiðis hættislig. Hetta mugu avvarðandi myndugleikar taka í álvara nú, tí annars enda Føroyar sum frálíður sum eitt uland á hesum økinum, og hvør ynskir tað.


Les alt skrivið hjá Kommunulæknafelag Føroya við at trýsta á her