Men er Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við orkumálum, samdur í hesum sjónarmiðnum?
- Tað eri eg. Ein av orsøkunum til hetta er, at vit hava ikki havt ein yvirordnaðan orkupolitikk í Føroyum. Tað arbeiðið er farið í gongd nú, og tað verður ásett, at tað er ein landspolitisk uppgáva at røkja og røkka hasum endamálinum, sigur Bjarni Djurholm.
Landsstýrismaðurin hevur á orkuráðstevnu í Íslandi boðað frá, at Føroya Landsstýri til eina og hvørja tíð vil samstarva við hini londini í útnorði um at menna alternativar orkukeldur.
Verulig politisk stig
- Eg haldi, at eg kann siga, at hetta er fyrstu ferð, at mann hevur tikið verulig politisk stig í Føroyum fyri at loysa upp fyri, at vit náa longri innan varandi orkukeldur, sigur Bjarni Djurholm.
Bjarni Djurholm sigur, at størri partur av orkunýtsluni skal byggja á ikkidálkandi og varandi orkukeldur. Men spurningurin er, hvussu lang tíð skal ganga, innan ein ávísur, og helst stórur, partur av føroysku orkuni skal koma frá varandi orkukeldum.
Poul Michelsen, tingmaður, er ógvuliga kategoriskur í sínum sjórnarmiðið. Hann sigur, at tíðarhorisonturin er væl minni, enn vit fyrr hava hildið.
<font size="3"><strong>Ringa tíð<br></strong></font>- Tað er onki at taka feil av, at innan tíggju til fimtan ár, tá skulu vit hava ein betýðiliga størri part av okkara orku umgjørda til grøna vinnu, sigur Poul Michelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við orkumálum, sigur, at samgongan hevur lagt stóran dent á orku- og umhvørvisspurningin og hevur ásett tað beinleiðis í samgonguskjalinum, at vit skulu røkka nøkrum setningum.
<font size="3"><strong>Føroyar sum royndarland<br></strong></font> - Í tí sambandinum hava vit boðið tað føroyska økið út til royndarøkið, soleiðis at mann í norðurlendskum samanhangi kann brúka føroyska økið sum royndarøkið innanfyri alternativa orku.
Bjarni Djurholm sigur, at seinni í heyst fara vit at frætta frá Norðurlandaráðnum, hvørt Føroyar kunnu verða royndarøkið. Landsstýrismaðurin sigur, at Føroyar liggja frammaliga í hesi kappingini.
--
Myndatekstur: - Eg haldi, at eg kann siga, at hetta er fyrstu ferð, at mann hevur tikið verulig politisk stig í Føroyum fyri at loysa upp fyri, at vit náa longri innan varandi orkukeldur, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við orkumálum
<?xml:namespace prefix = o ns = ""urn:schemas-microsoft-com:office:office"" /><o:p></o:p>









