Føroyar ikki áhugavert fyri SAS

Skandinaviska flogfelagið SAS fer ikki at roynda eydnuna í Føroyum. Hetta sigur Jens Langergaard, sum er miðlastjóri hjá SAS

Ein kundi gitt, at SAS vildi roynt at flogið leiðina millum Føroyar og Danmark, sum Mærsk millum onnur hevur roynt fyrr. Hetta avsannar tó Jens Langergaard fyri Sosialinum.
- Vit hava ikki ætlanir og heldur ikki áhuga í at royna okkum í Føroyum, sigur Jens.
Hann greiðir frá, at marknaðurin er ov lítil, og umstøðurnar ov vánaligar í Føroyum.
- Føroyar eru ein lítil marknaður. Vit eru nøgdir við okkara marknað í løtuni, og vit hava ikki áhuga í at fáa virksemi í Føroyum.
- Fortreytirnar hjá okkum at flúgva til Føroya eru ikki til staðar. Vit hava ikki nógv flogfør, sum kunnu lenda í Føroyum. Tey flestu eru alt ov stór. Veðurlíkindini gera tað mangan trupult at lenda og koma úr Føroyum aftur, og vit kunnu ikki liva við, at okkara flogfør eru føst í Føroyum, sigur Jens Langergaard at enda við Sosialin.