Føroyar ikki eitt so stórt ferðamál - enn

- Føroyingar halda, at vøksturin er nógv størri, enn hann í veruleikanum er, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands

Til og við september høvdu 300.576 fólk ferðast umvegis flogvøllin í Vágum í ár, sum er ein vøkstur á 11 prosent í mun til somu tíð í fjør.

 

Av tí at Vága Floghavn og Atlantic Airways ikki skráseta, hvørjum landi tey ferðandi koma frá, ber ikki til at siga, um tað eru føroysk ella útlendsk ferðafólk, ið flúgva til Føroya.

 

Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, meinar, at mann hevur lyndi til at halda ferðavinnuna í Føroyum vera nógv størri, enn hon í veruleikanum er.

 

- Tann størsti vøksturin er tann mentali vøksturin. Føroyingar halda, at vøksturin er nógv størri, enn hann í veruleikanum er. Mann er blivin meira tilvitaður um ferðafólkini, men um mann hyggur at tølunum, so er tað ikki so nógv, sigur hon.

 

Men alt bendir á ein framhaldandi støðugan vøkstur komandi árini, og tú kanst meira um orsøkina til hetta í Vinnublaðnum, sum saman við Vikuskiftis-Sosialinum fæst til keyps um alt landið.

 

Vit samanbera ferðavinnurnar í Føroyum og Íslandi, og eisini hoyra vit um ávirkanina, vaksandi ferðavinnan fær á infrakervið, og hvussu føroyingar fyrireika seg til væntaða vøksturin.