Føroyar áhugaverdar til ellisakfør

Í ár hava verið nokk so nógv útlendsk ellisakfør í Føroyum. Fyrr í ár vóru t.d. nakrir BMW Isetta og nú er danski Morgan-klubburin her við 22 bilum.

Mánadagin 21. september koma limir í Dansk Veteranbil Klub til Føroyar við ellisakførum. Eisini hava onkrar motorsúkkluvitjanir verið.


Peter Holm, stjóri á Smyril Line og Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum, siga, at tað vísir seg, at áhugin er vaksandi fyri at koma hendan vegin við ellisakførum. Tað eru so nógvir slíkir felagsskapir í Evropa, og teir fara at leggja seg eftir at fáa ymiskar bólkar at koma hendan vegin.


Føroyar eru eitt spesielt land at vitja. Vit hava góðar vegir og flotta náttúru, eins og tað er lætt at koma úr Danmark til Føroyar við bili, siga Peter Holm frá Smyril Line og Johannes Jensen frá Hotel Føroyum.