Føroyar hevur heimsins bestu fiskiveiðuskipan

Alt meðan politiska skipanin saman við nøkrum fornermaðum fiskifrøðingum roynir at undirgrava okkara fiskidagaskipan roynir vinnan at yvirliva

Óli M. Lassen, reiðari

Eyðstein Poulsen, reiðari

Auðunn Konráðsson, formaður í Meginfelag Útróðramanna

__________________________________

 

 

 

Vánaligir fiskaprísir hækkandi rentu, oljuútreiðslur og vánaligur fiskiskapur. Hetta vísir, at politikkarar ikki skilja, at tað eru vinnuligar eindir í skulu yvirliva, og er okkara greiða áskoðan, at tað ikki ein niðurfisking, íð er orsøk til hesa støðu. Vinnan kann ikki longur góðtaka hetta sirkus, sum er á hvørjum ári við ásetan av fiskidøgum. Neyðugt er við politiskum langtíðarplanlegging, ið byggja burðardyggar metingar og ikki ræðumyndir í tíð og ótíð.

 

Vinnan skelkað

Undir viðgerðini av ásetingini av fiskidøgum fyri komandi ár kom tíðuliga fram, at áhugin fyri málinum var sera lítil. Løgmaður var mest sum ikki til staðar í Løgtinginum, og fiskimálaráharrin gekk og mól inn og út úr salinum, meðan sjómenn og reiðarar lýddu á framsøgufólkini í fiskivinnumálum.

Har kom tíðuliga fram, at øll í høvuðstaðnum ynskja at skerja, og er als eingin áhugi at viðgera fiskivinnuviðurskiftini sakliga. Nevniliga eru stovnarnir niðurfiskaðir, eftir at fiskidagaskipanin kom í gildi?

 

Tað er undrunarvert, at stórur partur av Føroya fólki rópar: Skerja skerja, væl stuðlað av nøkrum fornermaðum fiskifrøðingum. Minsta kravið má verða, at hesi fólk – um tey hava so ovurhonds áhuga í fiskivinnuni – at tey seta seg niður og finna útav, hvussu skipanin er bygd upp, og hvat er grundarlagið undir henni.

 

Flotin minkaður sera nógv

Um fólk tíma at lesa tøl hjá Hagstovu Føroya, so sæst tíðuliga, at flotin er minkaður munandi bæði í nøgd og bruttoregistertons. Tað kann eisini staðfestast við tølum, at tað er mest sum einki eftir av tí størra útróðrarflotanum og tann øking, sum er hend í Línuflotanum, er íkomin eftir einum politiskum ynski, og er hetta eisin nakað, sum fiskifrøðingarnir hava ynskt. Nevniliga at flyta veiðuna frá innaru til ytri leiðir.

 

Effektiviseringssjúkan

So til pástandin um effektivitetsøkingina. Um man tekur útróðrarflotan bólk 4 og línuskipini undir einum, so eru 45 útróðrarbátar tíknir úr flotanum, meðan seks línuskip eru komin aftrat síðani 1997. Hetta kann ómøguliga verða ein effektivitetsøking. Samstundis skulu vit hava í huga, at línuflotin er skerdur við 30 prosentum, og hava línuskipini einans 110 dagar, og útróðrarbátarnir einans góðar 80 fiskidagar at ráða yvir. Ein skal eisini hugsa um, at flotin er gamal og fleiri skip eru yvir 30-40 ár. Hvussu kann man bert tosa um effektivisering, tá vit hava ein sera gamlan flota. Bert tey argumentir ið hóva frøðingunum verða nýtt. Men tann sum veruliga setir seg inn í fiskiveiðusøgu Føroya má ásanna, at veiðan við Føroyar als ikki er økt.

 

Friðingar og tó eingin fiskur

Eftir at Føroya Banki hevði veri friðaður í fleiri ár, fekst ikki livandi har, tá byrjað varð aftur at fiska, men bráðliga var sera nógvur fiskur aftur á Føroya Banka, og enn fyriliggur einki vísindaligt svar uppá, hvussu hetta hendi.

 

Fyrst í 90’unum

Høvdu vit fylgt fiskifrøðini fyrst í nítiárunum, so høvdu vit óivað mist eini 100.000 tons av toski gjøgnum nøkur fá ár orsakað av teirra ráðgeving. Teir søgdu, at toskastovnurin varð avoyddur, men stutt eftir fiskaðu vit væl omanfyri 30.000 tons av toski gjøgnum fleiri ár.

 

Fiskidagaskipanin

Sannlíkt er, at vit helst hava eina av heimsins bestu fiskiveiðuskipanum, men neyðugt er, at vit tora at taka tey nátturligu sveggjuni, ið eru. Bæði vinnan og fiskifrøðingar mugu tola hetta, samstundis sum politiska skipanin eisini må skilja hetta. Neyðugt er, at øll skilja, at havøkið kring Føroyar ikki er ein hagapartur ella ein aliringur.

 

Fiskaloysisgudurin

Í grein í Vinnuvitan vísir Búi Tyril á, at tey lond, íð stýra fiskiveiðuni harðast, fiska minst. Soleiðis hevur man i vesturheiminum megnað at smildra fiskiveiðina, soleiðis at hendan er ein viðfáningur av hvat, hon hevur verið. Russiskir fiskifrøðingar eru nú komnir til, at stovnurin í Barentshavinum er undirmettir við 70 prosentum. Íslendski rithøvundirin Asgeir Jakobsson nevnir í einum av bókum sínum, at vit í vesturheiminum dyrka ein gud, ið hann kallar Fiskaloysisgudurin. Hetta er eisini tað, sum akademiska elitan í Føroyum hevur tikið til sín.

 

Vit vilja inniliga heita á polittikarar og fiskifrøðingar um at sláa kalt vatn í blóðið, og lata tíðina arbeiða fyri skipanini, og vit bera ongan ótta fyri, at fiskurin ikki kemur aftur. Trygg vinnuviðurskiftir fyri flakafólk og fiskimannin er betur enn rumbul og óstøðuleiki fyri føroyska samfelagið.